Fyrr í kvøld var greitt, at Jákup á Borg eftir fimm ár í HB aftur er vorðin B36ari. Nú boðar HB frá, at teir hava skrivað sáttmála við fleiri spælararar, sum ikki hava spælt við HB fyrr í ár.
Rókur av Fløtum Jespersen, sum higartil í ár hevur spælt við Fremad Amager, fer nú aftur at spæla við HB. Eisini verður Johan E. R. Mouritsen, sum higartil í ár hevur spælt við TB, nú partur av HB liðnum. Johan er toppskjútti í 1. deild.
Millum teir, sum Johan Ejvind R. Mouritsen fer at spæla saman við, eru beiggi hansara Christian R. Mouritsen, sum eftir at hava verið í Manchester City er farin at venja við HB. Christian hevur verið skaddur seinastu vikurnar.
Svenn D. Jacobsen, sum er miðvallari og miðverji, flutti undan kappingarbyrjan úr HB og í B36. Nú er Svenn aftur í HB.