Tvær nýggjar fløgur frá Tutl

Tutl hevur fyri stuttum givið tvær nýggjar fløgur út. Talan er um tvær heldur óvanligar tónleikaútgávur, sum Tutl hesuferð hevur latið úr hondum

 

Tann eina fløgan ber heitið Just Before The Dawn. Tað eru upptøkur frá Corona Guiter Kvartett, sum eru gjørdar niðri í Danmark. Føroyingurin Ólavur Jakobsen einasti føroyingurin í bólkinum.

Hinir í bólkinum eru Per Dybro Sørensen, Volkmar Zimmerman og Tom Roy Nielsen, sum tíverri doyði, áðrenn fløgan varð útgivin.

Bara tvær skeringar eru á fløguni. Tann fyrra er í góðar tríggjar minuttir, meðan tann seinna varir heilar 22 minuttir. Skeringin kallast Foreplay, og hon er eitt verk eftir Dan Marmorstein.

Hin fløgan kallast Jakkin. Tíggju skeringar eru á fløguni, og upptøkurnar eru eftir øllum at døma gjørdar í Danmark fyri einum góðum ári síðani.

Jóan Jakku Guttesen hevur skrivað tekstin til øll tíggju løgini, og hann syngur, spælir bass og munnharpu. Við á fløguni eru nøkur av okkara fremstu tónlistafólkum. Terji Rasmussen syngur kór og spælir guitar, Tróndur Bogason Hansen spælir keyboard, Leivur Thomsen spælir el-guitar, Rógvi á Rógvu er á trummum og Signhild Jacobsen leikar á klarinett.

Tað er Sightseeing Productions hevur staðið fyri hesi framleiðsluni.