Í hesi frálíku myndabókini hoyra vit um drotningavespuna Vinni.
Vinni Vespa vaknar eftir at hava sovið ein heila vetur. Bókin lýsir á stuttligan hátt, hvussu vit ræaðast vespurnar sum pestina, og hvønn týdning vespurnar hava. Ein frálík bók til tey trý til seks ára gomlu, sum læra at síggja vespuna á ein øðrvísi hátt.
Oddvør Johansen hevur skrivað bókina, og Jón Sonni Jensen hevur teknað vøkru myndirnar.
Bókin er 28 blaðsíður og kostar 150 krónur.
Hin bókin er um Edvin, sum byrjar í 1. b. Hann gleðir seg sjálvandi, men mamman og pápin hava gloym at keypa honum eina skúlatasku. Tí fær hann eina gamla, sum er alt ov stór. Næstan alt rúmast í henni, men so verður hon eisini tung at bera.
Bókin er tann næsta í eini røð um 1. b, men bøkurnar kunnu saktans lesast sjálvstøðugt, sigur Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Bókin, sum er ætlað teikmum sjey til níggju ára gomlu, er 56 blaðsíður, løtt at lesa og stuttlig at lurta eftir. Hildigunn Niclasen hevur týtt bókina, sum kostart 95 krónur.









