Fríggjadagin 28. apríl høvdu Jónleyg og Tróndur Joensen seinasta starvsdag á Fiskaaling. Tey bæði hava í nógv ár mest sum verið ímyndir av felagnum. Tey byrjaðu at arbeiða á Fiskaaling ávikavist í 1988 og 1987.
Á heimasíðuni hjá Fiskaaling verður víst á, at Jónleyg og Tróndur hava starvast í framleiðsluni við Áir, eins og Jónleyg eisini hevur havt ábyrgd av reingerð og kantinuni hjá starvsfólkunum.
Skipað varð fyri samkomu á støðini við Áir, nú tey bæði høvdu sín seinasta arbeiðsdag.
- Tey fingu gávu og blómuheilsan frá arbeiðsgevaranum, eins og verandi og onkur fyrrverandi starvsfelagi vóru komin at heilsa teimum hesa løtu, sigur Fiskaaling.