Tvær milliardir við molan

Føroyska summarið er í Havn einstýðandi við stór ferðamannaskip. Onkuntíð síggja hesi tó út til at verða for nógv av tí góða. Í dag liggur MSC Poesia við molan. Klokkan 11 fyrrapartin kom ein flótandi risi úr pollamjørkanum, sum liggur á Nólsoyarfirði í dag. Talan er um cruise skipið MSC Poesia, sum italska felagið Mediterranean Shipping Company eigur.

Skipið er 293,8 metrar langt, 32,19 metrar breitt og stingur 7,99 metrar. Til samanlíkningar kann sigast, at Norröna er 164 metrar lang.

Maskinan er fimm Wärtsilä dieselmotorar, sum geva góðar 78.858 hestakreftir, og kunnu hesar fáa 93.330 tons tunga skipið at ganga heilt upp í 23 míl.

Umborð kunnu verða í mesta lagi 3605 ferðafólk, og eru tað 13 dekk, sum ferðafólk kunnu ferðast á.

Manningin telur gott túsund fólk, tað er ásett til 987. MSC Poesia varð liðugt bygd tíðliga í 2008, og sigldi fyrsta túrin 19. apríl.

MSC Poesia kostaði góðar 360 milliónir dollarar at byggja, ella tvær milliardir krónur.