X Factor er best umtókta sendingin í donskum sjónvarpi í hesum døgum. Fríggjakvøldið fór hyggjaratalið upp um tvær milliónir. Í miðal hugdu 1,8 millión eftir X Factor fríggjakvøldið, tá ið Anna Nygaard og hini royndu at syngja seg víðari í kappingini.
Eina løtu vóru 2,1 milliónir hyggjarar, og tá ið sjálv avgerðin fall hugdu næstan tvær milliónir fólk.
Royndirnar frá undanfarnu árunum vísa, at flestu hyggjarar eru hesi seinastu umførini av X Factor. Tvær kappingar og sjálv finalan eru nú eftir.