Seinnapartin eru fýra dystir á skránni í bestu fótbóltsdeildini, og við teimum verður lok lagt á 20. leikumfar.
Í gjárkvøldið vann EB/Streymur tryggan 5-1 heimasigur á NSÍ. Tað úrslitið ber við sær, at NSÍ er heilt burtur úr kappingini um heiðursmerkini, og at EB/Streymur enn eina ferð hevur lagt trýst á Víking í kappingini um silvurmerkini.
Fyrsta bríkslið í øllum fýra dystunum í dag verður klokkan 15.
Hóast ÍF tvær ferðir fyrr í ár hevur megnað javnleik ímóti B36 1-1 bæði í Gundadali og í Fuglafirði so er oddaliðið stórfavorittur ímóti fuglfirðingum, sum rættuliga kenna tað brenna undir sær og tískil hava brúk fyri hvørjum einasta stigi.
Víkingur vitjar á Sandi, har B71 skal royna at reisa seg eftir stórtapið í Gundadali ímóti HB. Víkingur tapti í 19. umfari 2-0 á heimavølli ímóti B36. Flaggdagin stóðu víkingarnir seg væl á Sandi, tá ið teir fóru norður aftur við 6-0 sigri. Væl teprari var tað, tá ið B71 vitjaði í Sarpugerði og fór til hús við 3-2 tapi.
Fleiri lið stríðast fyri at sleppa leys av hóttanini av niðurflyting. Millum hesi eru 07 Vestur, KÍ, B68 og HB. Innanhýsis uppgerðir eru millum hesi í dag, og harvið er talan um lykladystir.
07 Vestur hevur seinastu umførini havt góða úrtøku. Í dag vitjar KÍ í Sørvági. Fyri tveimum vikum síðani vunnu klaksvíkingar sera kærkomnan 1-0 sigur í Fuglafirði. Flaggdagin endaði tað 3-3, tá ið KÍ var í Sørvági, og 07 Vestur fór úr Klaksvík við 2-1 sigri 11. juni.
HB vitjar á Svangaskarði, har tað flaggdagin endaði málleyst. 11. juni vunnu liðini eisini eitt stig í part, men tá var tað málríkari. Úrslitið var 3-3.
Í dag
07 Vestur-KÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00
B36-ÍF: Dagfinn Forná kl.15.00
B68-HB: Petur Reinert kl. 15.00
B71-Víkingur: Lars Múller kl. 15.00
Støðan
B36 46
Víkingur 42
EB/Streymur 41
NSÍ 29
HB 22
KÍ 21
B68 20
07 Vestur 19
ÍF 16
B71 10