Tann 15. sept. 2001 kl. 14.00, letur upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Tað eru tær báðar, Inge Nepper Bakmann og Vígdis Sigmundsdóttir, sum sýna fram málningar, klippmyndir og keramik.
Inger Nepper Bakmann er fødd í 1939 og uppvaksin uttanfyri Randers. Aftaná sína sjúkrasystraútbúgving, og seinni heilsusystir, tók hon eisini prógv sum sosialráðgevi. Fyri umleið 25 árum síðani flytti hon saman við familju síni til Norðurjylland.
Sum málari og keramikari er hon autodidakt, men hevur verið á nógvum skeiðum ymisk støð, millum annað á Kunstakademiet í Århus og á Internationala Ceramic Center við Skælskør.
Íblásturin fær hon frá sínum nógvu ferðum úti í verðini sum hon ger, bæði vegna arbeiði og sum privatur persónur. Inga hevur altíð blýant og tekniblokk við á slíkum ferðum. Eisini fær hon íblástur frá sínum heimliga umhvørvi, har hon býr tætt við sjógvin og við stórum víddum, beint við Vesturhavið.
Inga arbeiðir eisini nógv við leiri, hetta hevur fascinerað hana líka síðani hon var barn.
Inga hevur útstilla í Kulteruhuset í Randers, í fleiri bankum og sparikassum í Danmark, Í Majdal Kirke í Holstebro, Galleri KC Fjerritslev, Galleri 1678 í Brovst og verið við á ólavsøkuframsýning í Norðurlandahúsinum í Føroyum.
Vígdis Sigmundsdóttir hevur fingist við list í mong ár.
Hon hevur verið við á ólavsøkuframsýningum í eini 30 ár, haft framsýningar í Smiðjuni í Lítluvík fleiri ferðir, separat ella saman við øðrum. Somuleiðis á torginum í SMS og Lions Club Eysturoy og í Havn, hevur hon ofta verið við.
Í Danmark hevur Vígdis útstilla í Kulturhuset og Værksted´s Galleriet í Randers og í Føroyahúsinum í Keypmannahavn tvær ferðir.
Í 1999 stóð hon fyri Pinkuframsýningini á Stykkinum, saman við 20 øðrum luttakarum, nógv fólk vitjaðu framsýningina.
Seinasta framsýningin hjá Vígids, var í januar mánað í ár, har hon hevði separata framsýning í Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahanv, framsýningin var væl vitjað, seldar vóru mllum annað trý av hennara klipp-myndum til A. P. Møller
Vígdis hevur í nógv ár fingist við at gera pappírsklipp, hon ger nógv burtur úr perspektivinum, kompositión, og henni dámar væl, tá sólin gevur henni ljós og skugga at arbeiða við.
Vígdis hevur gjørt plakatir og postkosrt av klippum og hava tey verið sera væl umtókt og væl móttikin í sølubúðunum kring landið.
Íblásturin fær hon frá stórleikanum í okkara vøkru føroysku náttúru.
Inga og Vígdis kennast frá teirri tíð saman, tá tær vóru sjúkrasystranæmingar í Randers, seinast í 50´árunum.
Í frítíðini gingu tær tá á ymiskum listarligum skeiðum saman, eitt nú at modellerað við leiri, tekna croquis, mála við olju og við vatnlitum.
At hava hesa framsýningina saman, er ein gamalur dreymur hjá teimum báðum, ið nú er vorin veruleiki.










