- Tvær á krokodilluni og ein í ringinum

Mangt er í neyðini nýtt verður ofta tikið til. Soleiðis er eisini á ársins G! festivali, har tríggjar havnadamur hava funnið ein máta at stytta um leiðina millum tjaldingarøkið og festivaløkið.

 

"Vit halda tað also vera for langt at koma oman á festivaløkið, so vit ætla okkum at skreiða oman. Vit fingu ein at taka tey við norður í gjár," sigur Hildibjarta Simonsen.

 

"Vit hava ikki roynt tað veruliga enn. Men eg rokni við at tað fer at rigga. Ein situr í ringinum og tvær á krokodilluni," sigur Unnur Danielsen.

 

"Einasti trupulleikin er, hvar vit skulu goyma baðidjórini, meðan vit eru á festivaløkinum. Eg ætli mær, ið hvussu so er ikki at ganga runt við teimum har niðri," sigur Kristina Thomassen smáflennandi.

 

"Nei, men vit kenna onkran, sum arbeiðir í Hvonn tjaldinum, so har kunnu vit kanska goyma tey. Sjálvsagt um vit taka luftina úr," er Unnur skjót at viðmerkja.

 

"Annars búgva vit ikki her á tjaldingarøkinum, hóast vit hava tjaldingarpláss. Tað hevur rætt og slætt verið for vátt. Vit vóru sjálvar dýggj, dýggjvátar gjárkvøldið," sigur Kristina, "so vit hava allar verið og keypt okkum regnklæði í dag."

 

Tær tríggjar gentirnar úr Havn hava hóast veðrið hugnað sær óført.