Kendi føroyski country-sangarin Magni Christiansen fer í næstum at hava tvær konsertir.
Fyrra konsertin verður sunnudagin kl. 20 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og tann seinna í ítróttarhøllini í Vestmanna 24. juli.
Hesar báðar konsertirnar kunnu síggjast sum ein partur av fyrireikingini til spennandi ferð hansara til Nashville í USA í august, tá ætlanin er at taka upp eina nýggja fløgu.