Tvær konsertir í hesum umfari

Í gjárkvøldið høvdu áhoyrarar í Norðurlandahúsinum høvið at hoyra floytuspæl og guitarleik, tá Michala Petri og Ólavur Jakobsen framførdu her.

Hetta verða kortini ikki einastu áhoyrararnir, sum fáa høvið at hoyra tey bæði framføra á hesum sinni. Í morgin verður so seinna konsertin hesuferð, tá tey fara at spæla í Fuglafjarðar kirkju.

Hetta er ikki fyrstu ferð, tey bæði, Michala og Ólavur, hava konsert saman. Tey framførdu eina meira ella minni improviseraða konsert heima á Sandi í fjør summar og henda fekk so mikið góð ummæli, at Konsertfelagið valdi at skipa fyri fleiri konsertum.

Michala Petri er uttan iva hin fremsti og kendasti tónleikari á ljóðføri sínum, blokkfloytuni og hesuferð hevur hon valt guitarleikaran Ólav Jakobsen, at framføra eina blandaða skrá, við áherðslu á lættan og virtuosan tónleik. Konsertin varir slakan tíma og ókeypis atgongd er.

Konsertin verður í Fuglafjarðar kirkju týskvøldið og byrjar klokkan 19.30.