Tvær klaksvíkskvinnur hava listaframsýning

Fríggjadagin lat upp listaframsýning í Gallerí Kunningarstovan hjá teimum báðum klaksvíkskvinnunum Siggu og Lydiu Petersen.

Sigga Petersen byrjaði at mála fyri eini 3 - 4 árum síðani. Hon hevur verið við á framsýningum fyrr, eitt nú á Norðoyastevnuframsýningini og á framsýningini ?Fram í ljósið? hjá Norðoya Sparikassa, men hetta er fyrstu ferð, hon meira ella minni hevur sjálvstøðuga framsýning. Myndevnini hjá Siggu eru fyri tað mesta landsløg, men hon roynir seg eisini við meir abstraktum huglagsmyndum.
Lydia Petersen er vorðin ein rættiliga kend listakvinna eftirhondini.Hon hevur verið við á nógvum framsýningum, og serliga hava hennara pappírs klippmyndir verið vælumtóktar. Hesuferð eru tó ongi klipp við, men akvarellir og oljumálningar av landsløgum og bygdum, bæði í kenda stílinum hjá Lydiu og í onkrum nýggjum meir eksperimenterandi útgávum
Tilsamans telur framsýningin hjá Lydiu og Siggu í Norðoya Kunningarstovu heili 41 størri og smærri myndir.
Framsýningin er at síggja hvønn dag í vanligu upplatingartíðunum hjá hjá Kunningarstovuni.