Tvær kappingar í einum

Eiði: Nýggi barnagarðurin skal hava navn og skúlin í bygdini skal hava sítt búmerki. Tað hevur bygdaráðið samtykt.

Barnagarðurin verður liðugur móti sumri í ár, og verða virðislønirnar ávikavist 3000, 2000 og 1000 krónur stórar. 

Virðislønirnar fyri búmerkið til skúlan er ávikavist 7000, 3500 og 1500 kr. 

Ein trímannanevnd skal taka støðu til bæði uppskotini.