Tvær javnar FM-finalur eru í væntu

(Rás2) Hoyr flogbóltsviðmerkjaran, Hans Fróða Jensen meta um FM-finalurnar, ið verða spældar í komandi viku

Hósdagin 12. apríl og leygardagin 14. apríl verða FM-finalurnar í flogbólti spældar.

 

Í kvinnufinaluni møtast Fleyr og KÍF, og í mansfinaluni møtast Mjølnir og ÍF.

 

Flogbóltsviðmerkjarin, Hans Fróði Jensen metir, at talan verður um nakrar sera spennandi og javnar finalur, og hann hevur ilt við at geva nøkrum liði ein stóran favorittleiklut. Hjá kvinnunum hellir hann eitt sindur til Fleyr, men hann staðfestir, at KÍF hevur eitt ógvuliga dugnaligt lið, og ein sera væl fyrireikaðan venjara, so alt kann henda.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen hevði við Hans Fróða Jensen í sendingini SportBoxin á Rás2 seinnapartin ígjár.