Tvær hálvfinalur í kvøld

Bæði tey fremstu mansliðini hjá Kyndli skulu í kvøld royna seg í hálvfinalu í Coca-Cola kappingini

Hondbóltur

Serliga stórur man spenningurin vera um dystin á Skála, har StÍF tekur ímóti besta mansliðnum hjá Kyndli. Hesi bæði liðini hava mangan verið partur av sera spennandi og undirhaldandi uppgerðum, og tað er einki, sum bendir á, at tað ikki verður soleiðis hesaferð.
Ein vansi er tað tó avgjørt hjá heimaliðnum, at teir mugu vera Marian Cirloganescu fyriuttan hesaferð. Sterki málverjin fekk reytt kort, tá StÍF vitjaði Neistan sunnudagin, og tí er hann leikbannaður hesaferð. Hinvegin, so hava júst strandingar stoltari steypatraditiónir enn tey flestu. Í øllum førum, um tosast skal um Coca-Cola kappingina, soleiðis sum heitið hevur verið hesi seinastu seks árini. Fýra tær seinastu ferðirnar hevur StÍF verið partur av finaluni - tríggjar ferðir við steypinum sum úrslit. Hinar báðar ferðirnar hava tað verið Kyndils-menn, sum eru farnir við steypinum.
Hin hálvfinalan stendur millum næst besta mansliðið hjá Kyndli, sum tekur ímóti VÍF. Her er einki av ivast í, at vestmenningarnir eru greiðir favorittar. Hinvegin vita teir eisini av, at næst besta Kyndils-liðið - væl styrkt sjálvandi - basti H71 í fjórðingsfinaluni. Og tí eru vestmenningarnir í øllum førum ávaraðir.