Game of Thrones er ein av heimsins best umtóktu sjónvarpsrøðum. Røðin er grundað á eina bókarøð, ið eitur A Song og Ice and Fire, ið George R. R. Martin hevur arbeitt við síðan 1991.
Tað skrivar danska blaðið Politiken, ið siterar bloggin hjá rithøvundanum.
George R. R. Martin arbeiðir ikki skjótt. Hann arbeiðir somikið seint, at sjónvarpsrøðin nú hevur yvirhálað bókarøðina. Nú skulu tvær bøkur tó verða á veg.
Rithøvundurin sigur nú, ikki bert ein, men tvær bøkur koma á marknaðin í 2018. The Winds of Winter eitur onnur bókin, sum er eitt framhald av røðini higartil, meðan hin bókin eitur Fire and Blood, sum ikki er eitt framhald av røðini sjálvari, men ein greining av eini familju í Game of Thrones, ið eitur Targaryen.