Tvær fløgur á gáttini

UMMÆLI

Kristina Thomsen

Bluestónleikur ljóðar sum um hann altíð hevur verið til - fangar onkunstaðni frumrútmurnar ella grundtónan í okkum við sínum einfalda, seiga og treiska ljóði. Trioin GoGo Blues er kanska einasti bluesbólkur, føroyingar eiga. Løgið, tí flestu okkara elska blues.
Fremstur í bólkinum er tann ungi, fríski og karismatiski guitarleikarin og sangarin Uni Debess. Manningin í GoGo Blues er annars Arnold Ludvig, sum spælir bass og Rógvi á Rógvu, sum situr við trummurnar. Bólkurin hevur verið sera virkin seinasta árið - serliga á barrum og vertshúsum í Havn, men hevur eisini spælt rættiliga nógv kring oyggjarnar.
Rógvi og Arnold eru tvær garvaðar rottur innan so at siga alt slag av rútmiskum tónleiki, men Uni er eitt nýtt og frískt lot her á landi. Føroyingar eru vanliga rættiliga smæðnir, men tað er Uni ikki - hann torir tað, flestu okkara bert droyma um. Dirvi er m.a. tað ið eyðkennir henda unga, vakra mann. Vit áhoyrarar merkja veruliga, at hann hevur eina rúgvu uppá hjarta - hann hevur bæði hug til og skil fyri at geva burtur av sær sjálvum, og gevur okkum kensluna av, at hann veruliga kennir seg heima á einum tónleikapalli - bæði sum tónleikari og persónur.
Bólkurin spælir bæði coverløg, tónleikararnir hava latið í sítt heilt egna serliga snið og heimagjørd løg, sum Uni hevur skrivað. Tað stuttliga er, at Uni er tíðarleysur í tónleikinum hóast sín unga aldur. Tónarnir eru líka ungir og frískir sum gamlir og skitnir. Stundum fær áhoyrarin eina 60´ara Jimmy Hendrix ella The Doors kenslu, og aðrar tíðir leitar hugurin aftur til tónleikarar sum B. B. King og Svevie Ray Vaghan - men samstundis virkar tónleikurin nýmótans og ný-funnin. Bæði guitarljóð og sangur bera brá av onkrum heilt serligum.
Fyribrigdið "GoGo tónleikur" hevði sín uppruna miðskeiðis í sjeyti árunum, og var í byrjanini eitt heiti fyri "non-stop party tónleik", bæði galdandi fyri heftigan funk og hip hop, men eisini bleytari blues, soul, jazz og reggea. Við øðrum orðum kunnu vit siga, at GoGo er ein máti hjá tónleikarum at spæla og spegla ljóðini og tónleikasløgini í samtíðini, og knalla hesi beint í andlitið á áhoyraranum.
GoGo er ikki beinleiðis eitt serligt slag av tónleiki, men meira ein kensla ella uppliving, ið samstundis hevur ein feril av andaligheit við sær, og tað er júst hetta GoGo Blues leggja seg eftir - at framføra bluestónleik, ið hevur eitt heilt egið og serligt ljóð, sum dregur og fangar áhoyraran. Allir arbeiða sum tónleikarar burturav - hava rætt og slætt gjørt hetta til teirra lívsstarv. Síðani teir fyri góðum ári síðani stovnaðu bólkin, hava áhoyrararnir av álvara tikið tónleikin hjá teimum til sín, og tí hava teir ítøkiligar ætlanir um at fara víðari út í heim at royna seg.
Uni, Rógvi og Arnold eru í hesum døgum í Skýrák studio og taka upp. Teir ætla at gera ikki færri enn tvær fløgur, sum báðar skulu koma út um heit stutta tíð - onnur við sangi, hin instru-mental. Umframt hetta fara teir at framleiða eitt slag av promotionpakka við myndum, heimasíðu o.ø., sum skal brúkast til at skapa áhuga fyri bólkinum úti í verðini.
Avtala er gjørd við Shetland Blues Festival um tríggjar kon-sertir í juni 2005, umframt at teir kanna ymiskar tónleikafestivalir, sum verða í Europa komandi summar, og leggja ætlanir um eina tónleikarundferð.
Seinnu árini hava vit av álvara fingið prógvað, at føroyingar hava skil á tónum og ljóði. Kanska fara vit við bluesbólk-inum GoGo Blues enn einaferð at fáa hetta staðfest úti í heimi.