Tvær Firmakappingar - Spurnarkappingar - vera á FM1 seinnapartin í dag.
Klokkan 15.10 kappast Ráðhúsið á Vaglinum í Havn og BETRI í Klaksvík. Klokkan 15.30 kappast NEMA og Sjónám
Ætlandi fara 32 fyritøkur/arbeiðspláss at kappast í vetur.
Vinnandi fyritøkan og taparin í finaluni sum verður komandi vár vinna tveir flottar vinningar.
Høvuðsvinningurin er ein flogferð við Atlantic Airways til Keypmannahavnar og aftur, og gisting á Hotel Absalon fyri 12 fólk.
Annar vinningur er Hestur "Kittywakes and Caves" túrur við RIB62 fyri 12 fólk.
Til ber at melda seg til Firmakappingina við at senda teldupost til pz@midlar.fo.