Hondbóltur
Hóast landsdystirnir móti Litava standa á skránni, so liggur allur fyrstudeildarhondbóltur í landinum ikki lamin. VB fer norður um fjørðin, og sum tær so ofta gera, verða tveir dystir at avgreiða hjá teimum.
Tann fyrri av hesum verður í høllini á Giljanesi, har uppflytararnir úr Sóljuni taka ímóti leygardagin. Sunnudagin gongur leiðin so til Havnar, har tær spæla undan landsdystinum.
Í grundspælinum endaði VB við einum sigri á Stjørnuni, og einki er at taka seg aftur í, at tær ætla at halda fram við at vinna dystir sínar. Nakað sum eisini er neyðugt, um tær skulu gera sær vónir um at vinna seg longur upp á stigatalvuna. Hetta skuldi eisini verið gjørligt, um hugt verður at úrslitunum úr grundspælinum, men serliga kann dysturin móti Neistanum vísa seg at vera torførur, nú havnarliðið hevur fingið Katrin á Neystabø við aftur á liðið.
VB hevur tó til tíðir spælt sera væl í ár, og megna tær at finna rætta spælið fram, er einki at ivast í, at tær fara at hava fýra stig við sær, tá tær sunnukvøldið leggja leiðina suður aftur um fjørðin.