Tvær ferðir á tindinum

Simona Dziugyte tykist vera leikarin, sum megnar flestu málini í einstøku dystunum

Metskjóting

Tá Simona Dziugyte við brotskasti legði Neistakvinnurnar á odda 26-25, var hon helst óvitandi um, at hon samstundis skrivaði eitt lítið pettið av føroyskari hondbóltssøgu.
Seinastu fimm kappingarárini er tað nevnliga tvær ferðir áður komið fyri, at kvinnuligur leikari í einum og sama dysti hevur skotið 16 mál. Og tá Simona samstundis er onnur av teimum, sum hevur framt hetta áður, so er skjótt at staðfesta, at hon ? roknað á hendan hátt ? er vandamiklasta hondbóltskvinnan í landinum. Hin leikarin, sum hevur skotið 16 mál í sama dysti er annars Gabrielle Fekete, sum leikti við VB fyri tveimum árum síðani, men hon er ikki longur aktiv á føroysku klettunum.
Hóast tað javnan kemur fyri, at leikari skjýtur stóran part av málunum í einum dysti, so er tað meira sjáldsamt, at hálvgum runda 15-talið verður rundað. Soleiðis var hetta bert 12. ferðin, at hetta er komið fyri, tá vit rokna frá og við kappingarárinum, 1999/2000. Undan hesum er tað tó onkra tíð komið fyri, og eitt nú fingu vit í fjør staðfest, at Egil Johansen í 1977 skeyt 21 mál, tá Stjørnan vann 29-22 á StÍF.
Hvørt hetta er met ella ikki, fáa vit tíverri ikki staðfest. Hagtalsgrundarlagið fyri hondbóltslandskappingina er tíverri ov veikt í so máta, men her er so listin við teimum, sum hava skotið 15 mál og fleiri í sama dysti seinastu fimm kappingarárini.

17 mál
2002/03: Áki Mørk (Neistin), KÍF-Neistin
1999/00: Áki Olsen (Neistin), Neistin-Tjaldur

16 mál
2003/04: Simona Dziugyte (Neistin), Neistin-VÍF
2001/02: Gabrielle Fekete (VB), StÍF-VB
2001/02: Simona Dziugyte (Søljan), Søljan-Stjørnan
2001/02: Heini Hanusarson (Neistin), Neistin-H71

15 mál
2001/02: Bjarni Wardum (H71), StÍF-H71
2001/02: Heini Hanusarson (Neistin), VÍF-Neistin
2001/02: Asta Petrauskiene (Søljan), Søljan-Kyndil
2001/02: Ioana Rápa (VÍF), Søljan-VÍF
2000/01: Gurið Mortensen (VB), Tjaldur-VB
1999/00: John Petersen (StÍF), VÍF-StÍF