– Tá eg hevði fingið nýggj lungu fyrstu ferð og kom heim, mátti eg alla tíðina uppliva alt møguligt, tí eg kendi tað, sum hevði eg fingið ein kjans aftrat. Men hesu ferð er minni ferð á, og tað snýr seg meir um góðu løturnar saman við familjuni, sigur 30 ára gamla Sigrun Jóhansdóttir Bisp, sum fyri einum ári síðan fekk nýggj lungu fyri aðru ferð, umhugsin og viðgongur, at korona eisini hevur stuðlað uppundir, tí umstøðurnar eru ikki til at gera alt møguligt í løtuni.
– Gerandisdagurin hjá okkum er rættiliga vanligur nú. Vit fara upp, maðurin fer til arbeiðis, og sonurin fer í skúla. Tá teir eru farnir, hvíli eg meg, og so geri eg ymiskt húsligt og venji í venjingarmiðstøð. Tá teir koma heim, eta vit og eru saman, greiðir hon frá um vanliga, men góða familjulívið heima í Føroyum.
Les longri samrøðu við Sigruna í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring alt landið.