Tvær ferðir Jógvan Asbjørn Skaale

Hetta vikuskiftið letur Jógvan Asbjørn Skaale tvær framsýningar upp í hvør sínum enda í landinum

Listaframsýning

Tað er ikki ofta, at listamálarar hava tvær framsýningar ísenn.
Men tað hevur Jógvan Asbjørn Skaale, listamálari tær næstu vikurnar.
Báðar listaframsýningar lata upp hetta vikuskiftið, men tær eru í hvør sínum enda í landinum.
Onnur framsýningin er í Ribarhúsi í Fuglafirði og hon lat upp klokkan 15 í gjár og er opin til 23 apríl. Hetta er ein framsýning um kvinnurnar hjá Jógvan Asbjørn Skaale og málningarnir eru 23 í tali.
Framsýningin er opin mánadag til fríggjadag frá klokkan 15 ? 17.30 og leygardag frá klokkan 11 ? 13.
Hon framsýningin er í listaskálanum Oynni á Tvøroyri. Hendan framsýningin letur upp sunnudagin klokkan 15.
Á framsýningini eru nógvir málningar og hendan framsýningin er eisini opin í tvær ella tríggjar vikur.
Oyggin er opin hvønn dag frá klokkan 15 til 20, men mánadag er stongt.
Í Oynni er eisini ein lítil kaffistova, so ímeðan ein er á framsýning, ber til at hugna sær við einum kaffimunni, einum glasi av víni ella eini øl og einum løttum bita ella kaku afturvið.