Tvær ferðir gull fyri fýra dystir

Hondbóltur: Emil K. Jacobsen var aftur í málinum hjá Neistanum í finaludystunum skírishósdag og leygardagin. Hann var boðsendur til steypafinaluna í januar, og í farnu viku var greitt, at danski málverjin skuldi verja málið í FM-finalunum móti Kyndil. Hann hevur í alt spælt fýra dystir – eina steypafinalu og tríggjar landskappingardystir – í hesum kappingarárinum og vunnið tvey gullheiðursmerki. Tað eru frálík hagtøl, vísir hann á.
– Hetta var fantastiskt. Eg fari nú aftur til Danmarkar við tveimum gullheiðursmerkjum í viðførinum. Áskoðararnir eiga heilt víst ein stóran leiklut í, at vit hava vunnið á grannunum í steypafinaluni og í FM-finalunum. Áskoðarafjøldin hevur verið betri enn til flestu dystirnar í Danmark, sigur Emil K. Jacobsen við heimasíðuna hjá Neistanum.
29 ára gamli málverjin spældi í farna kappingarári við Heina Hanusarson í danska Ajax, sum flutti niður. Soleiðis kom sambandi við Neistan í lag. Emil K. Jacobsen er 29 ára gamal, og hevur spælt tveir dystir fyri danska A-landsliðið.