Tvær ferðir Guðrið í Keypmannahavn

Guðrið Hansdóttir hevur tvær konsertir í Keypmannahavn hesa vikuna. Konsertirnar vera dag um dag, tann fyrra í annaðkvøld og tann seinna hóskvøldið. Guðrið Hansdóttir er júst afturkomin úr Texas í USA, har hon umframt at spæla tónleik, hevur skrivað sangir og gjørt løg saman við øðrum tónleikarum.

Í summar gav songkvinnan út fløguna The Sky is Opening, umframt at hon spældi bæði á Summarfestivalinum, Asfalt og við Múrin.

 

Eftir at hava spælt á millum annað Antones Nightclub í Austin í Texas, standa ávíkavist Tjili Pop á Rantzausgade og Kulturhuset á Islandsbrygge á skránni nú.

Fyrstnevnda konsert verður mikukvøldið klokkan átta, meðan seinna konsertin verður hóskvøldið ? eisini klokkan átta.

 

Konsertin á Tjili Pop mikukvøldið er ókeypis, meðan tað kostar 35 krónur fyri lesandi og pensjónistar at sleppa inn í Kulturhuset á Islandsbrygge hóskvøldið. Tey sum fella uttanfyri hesar báðar bólkar mugu gjalda 75 krónur.

Fyri pengar hóskvøldið fáa tey umframt Guðrið Hansdóttir eisini høvið at hoyra íran Seam Needham og donsku Jacob Speake og Søren Braun.

 

Kelda: FO Invasion