Tvær ferðir fult hús sama dag

Havn: Seinastu vikuna varð skipað fyri árligu missiónsvikuni í Meinigheitshúsinum í Havn

Byrjað varð næstseinasta sunnukvøld og varð hildið fram til í gjár, tá ikki færri enn trý tiltøk vóru í húsinum.
Nógv fólk hava verið til møtini, men í gjár var tó dagurin, tá flest fólk leitaðu sær í húsið.
Fyrst var sunnudagsskúli hildin kl. 14, og tá mundi eini 400 børn og foreldur vera til staðar. Kl. 18 var aftur møti, tá sama talið, møguliga enn fleiri, vóru til staðar. Seinni um kvøldið var aftur møti á skránni. Íalt mundu vera eini 900 fólk til hesi trý tiltøkini.
Missiónsvikur verða hildnar um alt landið um veturin. Hesa vikuna eru missiónsvikur í Kollafirði og Fuglafirði.