Fleiri hava sagt, at kappróðurin sær út til at vera í einum aldudali, og hetta er helst ikki heilt við síðuna av, tí talið av bátum hevur ikki verið serliga høgt á teimum báðum fyrstu stevnunum.
Á Sundalagsstevnuni seinasta vikuskiftið sá tó heldur betri út enn á Norðoyastevnu. Fleiri bátar tóku lut í kappingini, og so var spenningurin størri í flestu av róðrunum.
Leygardagin verður so triði FM-róðurin á skránni, tá bátsmanningarnar fara at kappast á Jóansøku, sum í ár er á Tvøroyri.
Fleiri favorittar
Sjálvt um fleiri av róðrunum á Sundalagsstevnuni vóru rættiliga spennandi, so má tó sigast, at har eru fleiri greiðir favorittar til róðrarnar á Jóansøkuni.
Hjá 10-mannaførunum hevur Eysturoyingur verið vunnið tveir teir fyrstu róðrarnar rættiliga greitt, og tí er hann eisini stórur favorittur at vinna Jóansøkuna. Tað sama er galdandi fyri 8-mannafarið í Runavík, Heiðabátin, sum eisini hevur vunnið sínar róðrar í stórum stíli.
Hjá 6-mannaførum við kvinnum hevur Jarnbardur eisini verið nógv tann sterkasti báturin í ár, og hinir bátarnir skulu taka seg nógv fram, um teir skulu hótta Jarnbard.
Eisini hjá 5-mannaførum við gentum hevur Hvassi vunnið báðar róðrarnar. Á Sundalagsstevnu fingu tær haråa kapping frá Tambar, men at enda vunnu tær eisini henda róðurin rættiliga trygt.
Undan Jóansøkuni er eingin ivi um, at hesar bátsmanningarnar eru favorittar at vinna sínar róðrar.
Tvørábáturin skal endurtaka bragdið
Sjálvt um fleiri greiðir favorittar eru, so eru eisini róðrar, har spenningurin hevur verið øgiligur. Hjá 5-mannaførum við dreingjum vann Sílið fyrsta róðurin frammanfyri Havfrúnna, meðan Havfrúgvin vann næsta róðurin frammanfyri Sílið. Tað vera helst aftur hesir báðir bátarnir, sum fara at kappast um fremsta plássið, men hvør fer at vinna, er ilt at meta um.
Hjá 5-mannaførum við kvinnum er eisini rættiliga javnt. Fyrsta róðurin vann Sílið, meðan Frúgvin megnaði at vinna ein sera spennandi róður á Sundalagsstevnuni framman fyri Fípuna Føgru og Sílið. Sílið er tó enn fremst í FM-kappingini, men nógv týður uppá, at vit fáa enn ein spennandi róður á Jóansøkuni, har hesir tríggir bátarnir væntandi fara at kappast um fremstu plássini.
Sólskinssøgan frá Sundalagsstevnuni var uttan iva sigurin hjá Tvørábátinum hjá 6-mannaførum við monnum. Hesin róðurin gjørdist óvanliga spennandi, og bert ein stavnur var á muni millum Tvørábátin og Sundabátin, meðan Strálan var beint aftanfyri.
Í FM-kappingini er Sundabáturin eitt stig frammanfyri Tvørábátin og trý stig framman fyri Stráluna, og stóri spurningurin undan Jóansøkuni er, um Tvørábáturin fer at endurtaka sigurin frá Sundalagsstevnu á heimasjógvi leygardagin.