Bókin »Góðskutrygging í fiskiídnaðinum« viðger vandamál fyri góðskuna á matvørum úr fiski, so sum bakteriur, virus, eiturevni, sníkar og annað. Bíkin viðger eisini vanligt mikrolívfrøðiligt eftirlit og krøvini til trygging av heilsugóðskuni á sjómati grundað á altjóða viðurkendu HACCP-skipanina. Herumframt eru kaptilar um reingerð og sóttreinsan í fiskiídnaðinum og krøv til innrætting av fiskavirkjum. Zakaris Svabo Hansen hevur týtt úr donskum eftir bók hjá Hans Henrik Huss. Bókin er 108 blaðsíur og kostar 150 kr.
Hin bóklingurin, »Innaneftirlit í fiskiídnaðinum« viðger uppbygging av eini innaneftirlitsskipan á fiskavirki ella verksmiðjuskipiæ. Øll myndugleikakrøv viðvíkjandi innaneftirliti verða viðgjørd og greitt verður frá, hvørjar skipanir ein fyritøka kann seta í verk fyri at lúka krøvini. Bókin gevur á henda hátt ítøkiliga leiðbeining um uppbygging og íverkseting av einum innaneftirlitskervi. Rithøvundur er Janet Fríða Johannesen. Bókin er 70 blaðsíður og kostar 100 krónur.
Bøkurnar, sum báðar fáast í bókahandlunum, eru í fyrsta lagi ætlaðar til skeði í innaneftirliti. Á skeiðum, sum Fiskivinnuskúlin skipar fyri, fara tær at verða nýttar. Fyrsta skeiðið byrjar 31. januar. Bøkurnar fara tó eisini at verða brúktar í vanligari undirvísing á Fiskivinnuskúlanum eins og at tær veru viðkomandi fyri øll fiskavirki og virki, sum virka aðrar matvørur enn tær úr fiski.