Tvímálsskjúttin hjá TB fegnari enn tvímálsskjúttin hjá ÍF (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við Stefan Radosavljevic (TB) og Jan Ó. Ellingsgaard (ÍF) um dystin ÍF-TB 2-2 (0-1)

ÍF hevur fingið sítt fyrsta stig í Betrideildini í ár aftaná javnleik 2-2 ímóti TB á heimavølli í Fuglafirði.

 

Jóannes Hansen lýsti gongdina soleiðis á in.fo fyrr í dag: - Síðsti dysturin í hesum umfarinum var í Fuglafirði, har fyrsta bríkslið millum ÍF og TB var klokkan 16. Dysturin endaði við javnleiki. Stefan Radosavljevic legði TB á odda í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki kom ÍF rættiliga fyri seg og skoraði tvey mál – liðformaðurin Jan Ó. Ellingsgaard skoraði bæði málini. Tað endaði tó við vónbroti hjá heimaliðnum, tí í yvirtíðini fekk TB brotsspark, sum Stefan Radosavljevic sendi í málið til úrslitið 2-2.

 

Beint aftaná dystin fekk FM1 orðið á báðar tvímálsskjúttarnar hjá ÍF og TB.

 

Stefan Radosavljevic hjá TB var munandi nøgdari við javnleikin enn Jan Ó. Ellingsgaard hjá ÍF sum saman við liðfeløgunum hevði ein 2-1 sigur í pottinum, men mistu tað í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Í ÍF-leguni eru teir heldur ikki nøgdir við brotssparkið sum var dømt til TB.

 

HER ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við Stefan Radosavljevic og Jan Ó. Ellingsgaard.