Tvímálsskjúttin hjá KÍ á Svangaskarði, Allan Mørkøre, var væl nøgdur við úrslitið, men helt kortini, at tað var keðiligt, at KÍ ikki vann dystin.
Spurdur hvussu seinna málið kom, svaraði Allan, at Allan Joensen vinnur bóltin á miðjuni, og spælir seg, og eftir eitt trekk, sá hann, at málmaðurin hjá teimum var langt úti, og so var bara at royna, og tað var bara deiligt, at tað eydnaðist at skora.
Allan Mørkøre var serliga nøgdur við liðavrikið.
? Vit stríðast rættiliga væl í dag, og tað sum er mest gleðiligt, er at vit tora at spæla, og tað er avgjørt høvuðsorsøkin til at vit koma so væl úr dystinum, segði Allan eftir dystin.
Allan fegnaðist eisini um, hvussu væl teir ungu á KÍ-liðnum stóðu seg, og at úrslitið av dystinum avgjørt var eitt tekin um, at føroyskur fótbóltur er á veg frammeftir.
Spurdur, um hann helt at nakar einstakur spælari stóð seg serliga væl, svaraði Allan, at øll verjan spældi væl, men samanumtikið var talan um eitt frammúr gott liðavrik.
Allan var eisini við á liðnum hjá klaksvíkingum, sum á fyrsta sinni var við í Evropa Cup afturi í 1992, men málini hóskvøldið vóru kortini tey fyrstu hjá klaksvíkinginum í Evropa Cup. Allan hevur umboðað KÍ, HB og íslendska felagið KR í evropeiskum kappingum.
Nú Henrik Larsen var ímillum áskoðaranar, spurdu vit Allan, um hvørjar vónir, hann hevði, um at endurvinna sær pláss á landsliðnum, svaraði hann, at tað hugsaði hann ikki so nógv um í løtuni, men vísti á, at nýggi landsliðsvenjarin hevði sæð hann spælt tveir ferðir, og báðar ferðir hevði eydnast honum at skjóta mál, so tað boðaði bara frá góðum, segði Allan at enda smílandi.