Tvífelt FM-GULL til Havnina

Framúr gott avrik hjá unglingunum úr Havnini, sum ikki snávaðu í finalu-umfarinum, eftir sigrarnar í undankappingunum í Klaksvík og Kollafirði.

 

I yngra bólkinum, 4. flokkur og yngri, vann Havnin FM við 12 stigum, meðan Sandavágur og Klaksvík vunnu silvur og bronsu við ávikavíst 8½ og 4½ stigi.

 

Liðið úr Havnini var mannað við: Eli W. Finnsson, Áron R. Fjallheim, Leif R. Fjallheim, Kaj Olsen og Gilla Brend. U10-føroyameistarin, Eli W. Finnsson, vann á 1. borði, øll talvini í innleiðandi umførunum og í finaluni.

 

Í eldra bólkinum, 5. flokk og eldri, hildu sera royndu unglingarnir úr Havnini fast um innleiðandi sigrarnar og vunnu FM-Gull við 11 stigum, meðan Sandavágur vann silvur við 8½ stigi og Klaksvík bronsuna við 4½ stigi.

 

Eldra FM-liðið var mannað við fyrrverandi og núverandi unglingaføroyameistarunum, Heiðriki Tindskarð Jacobsen og Sáru Traber Olsen, umframt Rúna Tindskarð Jacobsen og Johan Hentze.

 

Telvað varð somuleiðis um heiðursmerkir í opnum kappingum.

 

Sandavágur gjørdist greiður vinnari í kappingini fyri 4. flokk og yngri, meðan Kollafjørður og Havnin gjørdist ávikavíst nr. 2 og 3.

 

Í eldra opna bólkinum vunnu lið úr Kollafirði heiðursmerkini.