Tvífalt so nógvir politistar á Ólavsøku

Um tú vilt hava frí á Ólavsøku, so skalt tú ikki velja at taka útbúgving og arbeiða sum politistur. Gaman í, so eru allir politistar í Føroyum ikki til arbeiðis á Ólavsøku, men teir eru nógvir. Á politistøðini verður sagt, at tað eru á leið tvífalt so nógvir politistar á vakt ólavsøkudagarnar, sum ein vanligan gerandisdag.

Teir arbeiða alt samdøgrið í vaktum, og á politistøðini (vakthavandi) er eisini dupultmanning.

Politistarnir verða sjónligari í býarmyndini enn vanligt. Teir fara at spáka millum fólkini og annars taka sær av teimum uppgávum, sum stinga seg upp. Tá stórar mannamúgvir eru savnaðar - eitt nú til midnáttarsangin (myndin) - so eru nógvir av politistunum staddir har, ella har um leið.

Mynd: Jens K. Vang ©