Hvítvøruhandilin Skousen á Hálsi í Havn víðkar nú um handilshølini. Handilin hev-ur seinastu trý árini havt til húsa í gamla bygninginum hjá P/F Jákupi á Dul í einum hølum, sum eru um 200 fer-metr-ar. Men nú verður hand-il-in tvífalt so stórur, tí nú verð-a hølini, har Biga Køkar vóru tikin við í handilin hjá Skousen.
- Vit hava ikki merkt naka-ð til afturgongdina, sum øll tosa um, og tá hesi høl-ini nú vóru tøk, so nýttu vit høvið at vaksa um hand-il-in, sigur Rói Ørvarodd, stjóri í Skousen.
Hóast navnið er danskt, so er talan um ein føroyskan hand-il, sum verður rikin við eini franchising-avtalu. Skou-sen hava 75 slíkar franch-is-ing-handlar. Ein fran-chis-ing-av-tala merkir, at tú keyp-ir tær rættin til kon-sept-ið, eins og vit t. d. kenna tað frá Burger King, Shell o. s. fr.
- Tað eru hvítvørur, sum eru okkara spesiali, serliga eru tað vaskimaskinur, køli-skáp o. s. fr. men vit hava all-ar hvítvørur, eisini eitt nú kaffimaskinur og raki-mask-inur, sigur Rói Ørv-ar-odd, sum kortini leggur aft-ur-at, at tey halda seg burtur frá sjónvarpi og útvarpi.
Trý fólk starvast fulla tíð hjá Skousen – og tá á stend-ur hava tey nøkur fólk aft-ur-at at heita á.
Tá latið verður upp í nýggja handlinum mán-a-morg-un-in, verða serlig for-kunn-ug tilboð.
- So tað verður bíligt at keypa hvítvørur næsta mán-að-in, sigur Rói Ørvarodd.