Tær báðar tvíburasystrarnar úr Gambia, sum hava søkt um friðskjól í Føroyum, bíða enn eftir svarið frá myndugleikunum.
Tað var í novembur 2015, at systrarnar úr Gambia, sum vóru á vitjan hjá bróður sínum í Havn, søktu um friðskjól í Føroyum. Meðan tær vóru og vitjaðu bróður sín, bórust teimum tíðindi um, at pápi teirra hevði funnið teimum makar, meðan tær vóru burtur, og at onnur teirra skuldi umskerast, tá hon kom aftur til Gambia. Genturnar vóru einans 14 ára gamlar, tá tær komu til Føroya.
Sum skilst, so hevur Udlændingestyrelsen fyri kortum verið í samband við genturnar, so líkt er til, at arbeitt verður við málinum. Kortini vita tær framvegis einki um, hvør lagna teirra verður.
Vanliga verða tey, sum søkja um friðskjól í Føroyum, send í flóttafólkalegu í Danmark, men í hesum førinum játtaði Udlændingestyrelsen, orsaka av teirra unga aldri, at genturnar kundu búgva hjá familju síni í Føroyum.










