Tvíburarnir hava fingið uppihaldsloyvi

Tær báðar 14 ára gomlu genturnar, sum søktu um friðskjól í 2015, hava loksins fingið uppihaldsloyvi, men einans fyribils.

Tvær gentur, tvíburar, hava fingið friðskjól í Føroyum til tær eru 18 ára gamlar. Tað upplýsir Hildur Hentze fyri Miðlahúsinum.

 

Í novembur 2015 søktu tær báðar genturnar um friðskjól í Føroyum, tí at vandi var fyri, at tær skuldu umskerast og giftast burtur, um tær fóru heim aftur til heimlandið. Tær vóru og vitjaðu beiggja sín í Føroyum. Tær vóru tá 14 ára gamlar.

 

Síðani hevur málið verið til viðgerðar hjá danska Útlendingastýrinum, men herfyri bleiv tað avgreitt og tær hava fingið fyribils uppihaldsloyvi til tær eru 18 ára gamlar.

 

Tær sleppa tí at vera verandi í Føroyum til tær eru 18 ára gamlar. Tá broytast treytirnar og tær verða roknaðar sum aðrir útlendingar í Føroyum, sum mugu endurnýggja uppihaldsloyvi við jøvnum millumbilum.

 

Feskastu tølini frá Eurostat vísa annars, at 670.900 persónar søktu um friðskjól í ES, EØS og Sveis í fjør. Hetta er nógv minni enn undanfarin ár. Tá talið var upp á tað mesta, í 2015, søktu 1,3 milliónir fólk um friðskjól ES, EØS og Sveis.

 

Sambært tølunum frá evropiska hagtalsstovninum vóru 67 prosent av teimum, sum søktu friðskjól í 2017, menn, sum er tað sama sum undanfarin ár. 82 prosent av teimum, sum søktu, vóru yngri enn 35 ár.

 

Flestu teirra koma úr Sýria, 16 prosent, meðan næst størstu bólkarnir eru úr Irak og Afghanistan, sum eru 7 prosent hvør.

 

Í Skandinavia er tað framvegis Svøríki, sum tekur móti flest flóttafólkum, men eisini har eru tølini nógv minkað. Í fjør søktu 22.200 persónar um friðskjól í Svøríki, í mun til 156.000 í 2015. Í Noregi søktu 3.400 um friðskjól og í Danmark 3.100.

 

Hagtølini vísa eisini, at Noreg, Svøríki og Danmark taka móti einum nógv minni parti av flóttafólkunum í Evropa enn áður. Tað vil siga, at minkingin í umsóknartalið er størri í hesum trimum londunum enn í Evropa annars. Nú eru tað væl undir 1 prosent, sum finna leiðina til Danmarkar og søkja um friðskjól har.