Tvíburar longt við Víking

Víkingur hevur gjørt sáttmála við tveir spælarar, meðan felagið er á venjingarlegu

Víkingur hevur longt sáttmálan við tvíburarnar, Hans Jákup og Elias Lervig. Nýggi sáttmálarnir eru galdandi fram til 2020. Tað boðar felagið frá um vikuskiftið.

  

- Tvíburðarnir Hans Jákup og Elias Lervig hava longt sáttmálan við barndómsfelagið Víking fram til 2020. Felagið fegnast yvir at ágrýtni og dugnaligu brøðurnir halda fram, skrivar felagið á Facebook.

 

Víkingur er í hesum døgum á venjingarlegu í Svendborg í Danmark. Eftir samlaða ósigurin fyri HJK Helsinki úr Finnlandi í 1. umfari í Champions League, skal Víkingur nú spæla móti Torpedo Kutaisi úr Georgia í 2. undanumfarinum í Europa League.