Tvíburðar skriva undir sáttmála við B36

Tveir 17 ára gamlir tvíburðar hava undirskrivað sáttmála við B36.

Fyri viku síðani kunngjørdi B36, at felagið skrivaði undir sáttmála við teir 17 ára gomlu Erlend Magnusson og Jóhan Eiler Simonsen. Ferð er á sáttmálavirkseminum í B36-húsinum í hesum døgum, tí at í dag hevur felagið kunngjørt, at tveir aðrir 17 ára gamlir leikarar somuleiðis hava undirskrivað sáttmála við felagið.

 

Talan er um tvíburðarnar Hugin og Gilla Samuelsen, sum hava bundið seg fastar til B36. Báðir eru føddir í 1999 og hava spælt fast á næstbesta liðnum hjá B36, ið spælir í 2. deild, og á unglingaliðnum hjá B36.

 

Hvørgin av leikarunum eru skrásettir fyri nakran kappingardyst á besta liðnum hjá B36 - enn.