Nýtt skúlaár
Í gjár var so dagurin, tá ið skúlarnir kring landið byrjaðu aftur.
Á flestu skúlum gekk hetta sum vant. Men ikki í Vàgs skúla, tí dagurin í gjár má av sonnum sigast at vera ein merkisdagur.
Tí nú skúlin byrjaði aftur, hendi tað sjáldsama, at ikki færri enn trý tvíburðapør byrjaðu í fyrsta klassa.
Fyri nøkrum árum síðani var eitt sindur frammi um, at óvanliga nógvir tvíburðar vórðu føddir í Vàgi.
Og tað er hetta, sum nú sæst aftúr í skúlanum, tí nú var komið hartil, at trý av hesum tvíburðunum skuldu byrja í 1. klassa.
Rættiliga jøvn eru tey eisini, teir elstu tvíburðarnir eru føddir 28. oktober, teir mittastu 24. november og teir elstu 30. november, allir sjálvandi í 1994.
Talan er um heilar fimm gentur og ein einsamallan drong.
Sunnudagin fingu vit lokka allar hesar tvíburðarnar ein túr í skúlan at hyggja, so at vit eisini kundu fáa ein mynd av teimum.
Tað var skjótt, at tað fyrsta smædni hevði lagt seg og so fingu vit at vita, at tey vóru øgiliga spent eftir at fara í skúla mánadagin. Men tá ið tað kom fram, at tey eisini skuldu í skúla í dag og í morgin, var tað onkur kortini, sum fór at ivast.
Hjá onkrum øðrum var tó ongin ivi. tey gleddu esg mest til at sleppa at lesa.
Stórur árgangur
Annars eru tað rættiliga nógv børn, sum byrja í 1. klassa í Vági í ár. Heili 28 børn skulu í skúla fyrstu ferð og vit skulu heilt aftur til 1989, áðrenn 1. klassi var líka stórur, sum hann er í ár.
So í ár verður fyrstu ferð í nógv ár, at tveir 1. klassar verða í Vági. Tað ger so, at tvíburðarnir koma ikki at ganga í sama klassa og tað ger tað sjálvsagt eitt sindur lættari at halda skil á øllum tvíburðunum.
Í fjør byrjaðu ikki fleiri enn 10 børn í fyrsta klassa.
Annars hevur barnatalið í 1. klassa í Vàgi hesi seinastu árini, verið hetta:
2001 : 28
2000: 10
1999: 22
1998: 21
1997: 17
1996: 25
1995: 21
1994: 17
1993: 16
1992: 25
1991: 16
1990: 18
1989: 29
1988: 36
Tað sæst týðiliga, at kreppuárini raktu barnatalið hart og m.a. er tað sjálvsagt ein avleiðing av, at tað fluttu so nógv fólk úr Vági.
Men fryktandi er fyri, at tað lága barnatalið fer at gera sína ávírkan galdandi langt fram í tíðuna, tí Miðnámsskúli er í Suðuroynni og tað lága barnatalið, fer sjálvsagt eisini at ávirka næmingagrundarlagið hjá honum. Tað lága barnatalið er nevniliga ikki bara galdandi fyri Vág, tað er í allari syðru helvt í Suðuroy, at so fá børn eru fødd seinastu árini.
Hvussu tað so ber til, at 1994 var ein so góður árgangur, er ilt at siga. Men tað eru tey, siga, at tað uttan iva eru teir tiltiknu barnapengarnir hjá Niels Paula Danielsen, sum tá var landsstýrismaður, sum hava gjørt seg galdandi. Men um tey meina tað í álvara er ein onnur søga.....
Nú vita vit ikki, um tað er arvaligt, at fáa tvíburðar, men vit kunnu vísa á, at øll hesi trý tvíburðapørini eru í slekt, tey hava øll ein ættfaðir í Sumba.
Óli í Hjøllum, skúlastjóri, sigur, at í ár eru 253 253 næmingar í Vágs Skúla. Síðsta skúlaár vóru tey 241 næmingar. Men í 1988, vóru 367 næmingar í Vàgi, so næmingatalið er minkað ein triðing seinastu 12-13 árini.
So kann nevast afturat, at næsta ár far aftur tvey tvíburðapør í 1. klassa í Vági, tríggir drongir og ein genta, og tá verða tilsamans fimm tvíburðapør í 1. og 2. klassa.










