Frammanundan hevur TV2 rásirnar TV2, TVZulu TVFilm og TVCharlie. Nýggja støðin fer at eita TVNyheder, skriva Berlingske Tidende. Ætlanin var upprunaliga at nýggja rásin skuldi vera TVSport, men tá kaðalútbjóðarin TDC Kabel TV, ikki var áhugaður í, at senda eina tílíka rás, var hendan ætlan slept.
Danski staturin eigur Partafelagið TV2, og felagið heldur til í Odense og hevur 700 starvsfólk, sendur næstan 20.000 tímar av sjónvapi um árið og umsetur fyri kr. 1,7 milliardir.