TV 2 Radio letur aftur ? starvsfólkini fáa sekkin

Tað fær nú avleiðingar, at danska sjónvarpsstøðin TV 2 hevur so stórt undirskot og so fáar lurtarar á nýggju útvarpsstøðini. Danmarks Radio skrivar í morgun, at nýggja útvarpsstøðin hjá kappingarneytanum letur aftur

Fundur verður við starvsfólkini klokkan hálvgum eitt. Fyrrapartin í morgin fáa fólkini, sum skulu sigast upp, boð um tað. Næstan øll tey umleið 50 starvsfólkini fáa helst eitt uppsagnarbræv.

Tað ljóðar, at TV 2 er farið undir samráðingar við Scandinavien Broadcasting System, SBS, sum helst fer at keypa útvarpsstøðina. TV 2 vónar, at støðin framhaldandi fer at lata tíðindi til útvarpsrásina. SBS hevur frammanundan støðirnar The Voice og City Radio.

Í Noreg hevur SBS yvirtikið norska TV2 Radio, her tók tað átta mánaðir at fáa endaligu yvirtøkuna upp á pláss.