TUTL selir Jólashowið

Nú tað byrjar at styttast, til stóra jólahowið við Thomas Eje, Lene Siel og Blake, sum verður um vikuskiftið, eru atgongumerki nú at fáa í TUTLhandlinum á Káta horninum. Tey seinastu atgongumerkini verða nú seld, og kunnu fáast í TUTLhandlinum á Káta horninum.

Tey, sum velja at ogna sær atgongumerki umvegis alnótina, kunnu keypa á fivestar.fo, og síðani verða atgongumerkini avheintaði við dyrnar til sjálva konsertina, upplýsa fyrireikarar í dag.