Brothers And Sisters
Hetta er søgan um Walkers familjuna og teirra avbjóðingar og royndir í lívinum. Nora er miðdepilin í familjuni, sum skal nógv ígjøgnum og fær síni sambond roynd. Men ofta vísur tað seg, at bæði fólkini og sambondini teirra millum eru sterkari, enn tey halda. 4 sesongir eru á dvd – tann fimta er á veg.
Grey’s Anatomy
Ert tú til sjúkrahússeriur við øllum tí drama, sum har til hoyrir, so er Grey’s Anatomy eitt gott boð upp á tína seriu. Á Seattle Grace Hospital hendir bæði eitt og annað – bæði á sjúkrahússtovunum og ímillum fólkini. Røðin snýr seg um lív og deyða, kærleika, forhold og heilsuligar avbjóðingar. 7 sesongir finnast av seriuni.
Lewis
Herlig ensk krimirøð, sum er eitt slag av framhaldi av Morse røðini. Lewis er nú kriminalleiðari við sínum egna hjálparmanni. Teir starvast í Oxford og loysa krimigátur í eitt nú akademiska umhvørvinum har í býnum. 4 sesongir eru á dvd – tann fimta kemur seinni í ár.
Criminal Minds
Eitt úrvalslið hjá amerikanska samveldisløgregluni FBI ferðast kring USA og kann fløkt mál. Tey royna at tulka og greina kriminellu heilarnar, sum fremja blóðugar brotsgerðir, og harvið finna fram til hesi seku fólkini. 5 sesongir eru á dvd.
Damages
Glenn Close spælir leiklutin sum tann ísakalda og eirindaleysa Patty Hewes, sum rekur eitt advokatvirki. Hon átekur sær sera krevjandi uppgávur, har mótstøðufólkini brúk minst líka skitnar snildir, sum hon sjálv ger. Hetta er lóg, spenningur og drama. Triðja sesong er júst komin á dvd.
True Blood
Í býnum Bon Temos leitar Sookie Stackhouse, sum er servetrisa, inn í ein nýggjan heim, tá ið hon verður góð Bill Compton, sum er vampýrur. Men Sookie hevur eisini onkur serlig evni – hon kann nevninliga lesa tankar hjá fólki. 3 sesongir eru á dvd.
The City
MTV-røðin fylgir Whitney Port, sum áður var partur av av røðini The Hills, tá ið hon flytur til New York at búgva. Hon fer at starvast í einum mótahúsi og fær nýggjar vinir og kollegar. Hon upplivir stóra broyting í sínum livi, og stundum er tilveran heldur fløkt. 2 sesongir eru gjørdar.
Waking The Dead
Boyd og hansara lið grava í málum, sum ikki eru uppklárað, ella har nýggjar upplýsingar broyta málini. Røðin er væl samansett av krimigátum, persónligum relatiónum og sosialum eygleiðingum. Nakað av tí besta í enskum krimi. 7 sesongir eru á dvd. Tann áttanda kemur seinni í ár.
Mad Men
Røðin um Don Draper og hini á lýsingastovuni Sterling Cooper gongur fyri seg í sekstiárunum, tá ið tað verður roykt, drukkið og livað til stóra gullmedalju. Røðin er róst til skýggja – bæði fyri innihalda og fyri sín gjøgnumførda stíl. 4. sesong kemur á dvd í mars.
Upstairs Downstairs
Nýggj innspæling av ensku røðini frá sjeytiárunum, har vit fylgja teimum múgvandi og teirra tænastufólki. Røðin gongur fyri seg miðskeiðis í 30’unum, og Hallam familjan er í miðdeplinum. Bæði millum tey ríku og tænastufólkini eru loynidómar og gølur. BBC hevur framleitt 1 sesong, men er í holt við sesong nummar 2 nú.