Turt við Leynavatn: 36 ross fara at kappast

Aftaná at tað var neyðugt at útseta kappríðingina í gjár, eru fortreytirnar munandi betri í dag. 

 

Tí hevur nevndin í felagnum avgjørt at kappast verður við Leynavatn í dag kl 15, tó við tí fyrivarni at startdómari og dómsnevnd góðkenna breytina, skrivar Føroya Ríðingarfelag á  http://rossfo.blogspot.com

 

Tað vera 36 ross ið fara at kappast og riðlarnir síggjast her: Leynavatn 2022