Hugdi man eftir veðurforsøgnunum í gjár, sóu tær onki út. Hon sá eisini út til at halda fyrr í dag, tí tað hevur ikki verið nakað serligt veður í dag. Nógv regn er komið niður, og fólk hava mugað brynjað seg við regnskjólum og líknandi.
Men tíðliga í kvøld sleit í, og tað hevur verið turt síðan.
Veðurvánirnar fyri restina av kvøldinum síggja eisini góðar út. Sambært yr.no skal tað einans regna 0,1 mm, sum ikki er meira enn, at tað merkist. Líkt verður tí til, at vit fara at fáa eina góða midnáttarsangløtu, har fólk ikki skulu stúra fyri veðrinum.
Ólavsøkan fær í ár eitt turt punktum.









