Turt og gott meðan landsdysturin er

Veðurstovurnar í grannalondunum eru á einum máli um, at tað verður turt undir landsdystinum í kvøld.

Veðurstovurnar í grannalondunum eru á einum máli um, at tað verður turt undir landsdystinum í kvøld.

 

Mest neilig er danska veðurstovan DMI, sum boðar frá onkrum æli, sum í støðum kann vera vátakavi. Annars verður gul til stívt andøvsgul av norði ella útnyrðingi. Nakað av sól, men okkurt æli, sum í støðum kann verða vátakavi. Í nátt øtlar hann vindin til eitt andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi. Hitin verður millum trý og sjey stig.

 

Norska veðurstovan yr.no lovar nakað lýggjari veður, millum seks og átta stig allan dagin. Sambært yr.no verður eitt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, og mest sum turt allan dagin.

 

Íslendska belgingur.is boðar frá støðugum, men sera smáum ælum fram til umleið 19.00 í kvøld. Síðani verður turt inntil umleið klokkan 22.00, tá lítlu ælini aftur byrja at koma inn yvir Føroyar. Tað verður eitt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, og hitin millum trý og seks stig.

 

So latið tykkum væl í, men neyvan verður neyðugt við regnklæðum.