Turt gólv á uppboðssøluni


 

Ódnarveðrið hevur sína ávirkan á fiskiskap. Tað er ein sjálvfylgiligheit, ið ber av øllum og hetta sæst eisini á yvirlitinum í blaðnum í dag yvir gólvuppboðssøluna av fiski sum útróðrarbátar hava landað. Vit hava tølini frá týsdegnum seinnapart, men ongi tøl frá í gjár, tá ódnarveður herjaði kring oyggjarnar. 5,6 tons vóru seld á gólvuppboðssølunum í Klaksvík, Toftum og í Vági, meginparturin toskur.