Turt gólv á Sandi

Veikur kanadiskur dollari ger, at tað loysir seg ikki at salta upsa á virkinum hjá Sandoy Seafood á Sandi, og tí er felagið givið at keypa upsa til saltingar har.

 Marner Lisberg, sum er nevndarformaður í Sandoy Seafood, segði við Kringvarpið í gjár, at arbeiðið á virkinum verður ikki tikið uppaftur, fyrr enn toskurin kemur aftur, og betri prísur fæst fyri saltfisk. Sandoy Seafood, sum eisini hevur virki í Skopun, rindaði 18,4 mió. krónur í lønum í fjør.