Turt fram til hósdagin

Rættiliga køld luft streymar av norðri og útnyrðingi oman yvir Føroyar. Hósdagin kemur eitt brúgvalag við regni inn yvir Føroyar av suðri og komandi dagarnar verður veðrið verandi óstøðugt.

 

Mánadagin verður fyri tað mesta turt og møguliga sóglottar og hitin millum 10 og 13 stig. Lot til gul av vestri og útnyrðingi, undir 5 m/s. Týsnáttina verður fyri tað mesta skýggjað, men turt. Lot til gul av norðri, 2 til 5 m/s og hitin millum 6 og 10 stig.

 

Týsdagin verður lot til andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 3 til 7 m/s. Sóglottar og fyri tað mesta turt. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina niður í 7 stig.

 

Mikudagin verður lot til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s. Turt og sólglottar og hitin millum 9 og 12 stg. Um náttina snarar hann vindin í ein eystan og øtlar til gul til stívt andøvsgul. Tað verður meiri skýggjað og hitin millum 4 og 9 stig.

 

Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og regn av og á. Hitin millum 9 og 12 stig.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, sum snarar í ein sunnan, 5 til 10 m/s. Okkurt ælið, men sólin sær eisini. Hitin um dagin um 12 stig. Um náttina andøvsgul up í ein strúk av landsynningi, sum snarar í ein sunnan. Tað verður skýggjað og regn av og á og hitin um 10 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Okkurt ælið, men eisini sólglottar. Hitin millum 10 og 15 stig.