Turt alt vikuskiftið

Eitt djúpt lágtrýst liggur nærum í stað yvir Skandinavisku hálvoynni. Tískil streymar lýggj luft inn yvir Føroyar av landsynningi. Fyrst í næstu viku nærkast ein veik kuldabrúgv seg úr vestri.

 

Í dag verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og turt og sum frá líður sólglottar. Hitin millum 9 og 13 stig.

 

Fríggjadagin og leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Turt og sólglottar, men í støðum skýggjað og møguliga mjørki, serliga í náttar og morguntímunum. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina og tá mjørki er millum 7 og 10 stig.

 

Sunnudagin og mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta turt, yvirhøvur skýggjað og hitin millum 7 og 10 stig.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Sólglottar og seinnapartin møguliga ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.