Lýggj luft streymar inn yvir oyggjarnar av suðri. Komandi vikuna nærkast eitt hátrýst av vestri og ger veðrið støðugari. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 10 stig.
Týsdagin verður lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 m/s. Turt og sólglottar, seinni verður meiri skýggjað. Hitin millum 5 og 9 stig. Um náttina verður skýggjað, men turt, og hitin millum 2 og 5 stig.
Mikudagin verður lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 m/s. Turt og yvirhøvur skýggjað og hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina verður lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s og skýggjað, támut, men turt og hitin millum 3 og 5 stig.
Hósdagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Turt og yvirhøvur skýggjað. Hitin um dagin millum 5 og 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.
Fríggjadagin verður lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, seinni lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 3 til 8 m/s. Turt og yvirhøvur skýggjað. Um náttina frískar hann vindin av vestri, 5 til 10 m/, tað verður skýggjað, men framvegis turt. Hitin alt samdøgrið um 5 stig.
Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi. Yvirhøvur turt og samdrigið. Hitin alt samdøgrið um 5 stig.










