Turrir gásarungar til morgunmat

Áður var vanligt at turka gásarungar, og hetta plagdi at vera góð føði til morgunmatar.

Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri, hevur lagt myndir av turkaðum gásarkrovum út á Facebook-síðuna hjá Koltri. Hann vísir á, at í fjør kom so mikið undan, at pláss var til at turka nakrar føroyskar gásarungar.

 

Nútíðar føroyingurin man best kenna stokta gás sum jóladøgurða, men soleiðis hevur ikki altíð verið. Jóan Pauli Joensen, fólkalívfrøðingur, hevur víst á, at í sínari tíð var vanligt at turka gásarungar. Tá gásin var turr í februar ella í mars var vanligt at eta gás til mongunmatar.

 

- Turr gás við heitum drýli afturvið var góður matur, sigur Jóan Pauli Joensen, sum vísir á, at gás og dunna vórðu ikki havd til matna á jólum, soleiðis sum vit kenna tað í dag. Jólagásin er nýggjari fyribrigdi. Heldur var tað so, at gásin varð etin turr, sigur fólkalívfrøðingurin.